Fíggjarleiðari
Stað: Kaldbak, Føroyar | fulla tíð (On-site)
Um Ocean Rainforest
Ocean Rainforest er ein framsøkin fyritøka, ið framleiðir úrdráttir úr aldum tara. Vit virka í Føroyum, USA og Meksiko og selja vørur til landbúnað, matvøruídnað og umhvørvisloysnir. Felagið hevur dótturfeløg í Europa og Norður Amerika, men høvuðssætið er í Føroyum.
Tín leiklutur
Vit leita eftir einum fíggjarleiðara til okkara toymi í Føroyum. Tín høvuðsábyrgd verður bókhald og mánaðarligar fíggjarligar frágreiðingar fyri føroyska virksemið, samstundis sum tú hevur ein týðandi leiklut í felagnum sum heild. Tú samskipar árligu grannskoðanina, veitir dótturfeløgunum stuðul við roknskaparspurningum, og hjálpir til við at seta ERP-skipanina (Microsoft Dynamics Business Central) í verk tvørtur um samtakið. Tú verður partur av leiðslubólkinum og vísir til fíggjarstjóran (CFO).
Hetta er ein frálíkur møguleiki fyri ein persón við áhuga og hegni innan rakstar- og fíggjarstýring, og sum vil vinna sær royndir í eini altjóða vakstrarfyritøku, har burðardygd og nýskapan ganga hond í hond.
Høvuðsuppgávur
Bókhald & roknskapur
· Røkja dagliga bókhaldið og roknskaparuppgávur fyri føroyska partin av samtakinum.
· Gerð og viðgerð av fakturum, kreditor-/debitorbókhaldi og avstemming av bankakontum.
· Tryggja rætt og hóskandi mánaðarlok.
Mánaðar- og ársroknskapur
· Fyrireika mánaðarligar leiðslufrágreiðingar (rakstrarroknskap, fíggjarstøðu og gjaldførisuppgerð) fyri føroyska partin og samskipa frágreiðingar frá samtakinum.
· Hjálpa til við frágreiðingum til nevnd og partaeigarar.
Grannskoðan & eftirlit
· Samskipa árligu fíggjarligu grannskoðanina fyri føroyska felagið.
· Tryggja eftirlit við roknskapar- og skattakrøvum – bæði í føroyskum og altjóða høpi, herundir avrokning í samband við ”transfer pricing” politikkin hjá felagnum.
· Hava eftirlit við tryggingarviðurskiftum í føroyska felagnum.
Altjóða virksemi
· Samstarva við dótturfeløgini í USA og Meksiko við roknskaparspurningum, bókhaldi og fyrireiking til teirra grannskoðanir.
· Stuðla teimum við atíverkseta og brúka Business Central og gera mannagongdir í mun til Business Central.
Ferðir & skipanir
· Luttaka í at menna og betra mannagongdir í samband við bókhald, fíggjarstýring og innanhýsis eftirlit.
· Hjálpa til við útbreiðslu av Business Central tvørtur um feløgini, íroknað upplæring av staðbundnum starvsfólki.
Krøv/Førleikar
· Útbúgving innan roknskap/fígging ella líknandi (HD, HA, Cand.Merc.).
· 3–5 ára royndir innan bókhald, roknskap og/ella grannskoðan.
· Kendur við IFRS; royndir í multi-felags ella altjóða høpi eru ein fyrimunur.
· Góðar Excel-førleikar; royndir við Microsoft Dynamics Business Central eru ein fyrimunur.
· Førleiki at skipa og raðfesta arbeiðsuppgávur sjálvstøðugt.
· Hevur góðar førleikar í at tosa og skriva føroyskt og enskt. Um tú hevur kunnleika í sponskum, so er tað ein fyrimunur.
Hví søkja starv hjá Ocean Rainforest?
· Gerast partur av eini missión-drivnari fyritøku í fremstu røð innan altjóða taraaling.
· Fáa royndir í altjóða fígging við møguleikum at vaksa í leiklutinum, meðan vit menna okkum í altjóða høpi við áhaldandi vøkstri fyri eygað.
· Arbeiða í einum virknum stigtakara umhvørvi, har fíggjarskipan er ein avgerandi partur í menningini av virkseminum.
Umsókn: Vinarliga send títt CV og umsókn til application@oceanrainforest.com við “Financial Manager” í evnislinjuni, í seinasta lagi 18. januar 2026. Vit taka inn til samrøðu so hvørt umsøknir koma inn, so tú er vælkomin at senda inn umsóknina fyrri heldur enn seinni. Meiri kunning um fyritøkuna fæst á www.oceanrainforest.com.