Loyvisbræv til taraaling í Funningsfirði

Funningsfjordur-tari.png

Í desember 2019 vóru 5 alifirðir bodnir alment út til taraaling. 9 umsóknir komu inn, harav ein var til Funningsfjørð.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur viðgjørt umsóknina til aling av tara í Funningsfirði, og í gjár var loyvisbræv útskrivað til Ocean Rainforest.

Við loyvinum fær Ocean Rainforest loyvi til at ala tara á sjónum uttan fyri Elduvík. Aliøkið hevur fingið eyðmerkingina AA-01, og loyvið er galdandi til 1. juli 2032.

Katrin Gregersen