Taraaling í Føroyum

image.png

Áhugin fyri vinnuligari taraaling er vaksandi í Evropa og í USA, og hesin áhugi er grundaður á ein øktan eftirspurning eftir heilsugóðum mati og týdningarmiklum evnum í taranum, ið m.a. verða nýtt í fóðri, kosmetikki og heilivági. Harumframt kann taraaling verða við til at avmarka CO2 útlát. Ocean Rainforest er við í fremstu røð í hesi menning, og gongdin kann veruliga fáa ferð á seg, nú  taraaliloyvi verða givin út í næstum. Felagið hevur gjørt royndir við taraaling seinastu 10 árini, og komandi vikurnar fer Ocean Rainforest at hava kunningarfundir um taravirksemið, og hví og hvar felagið hevur søkt um taraloyvi.

Á fundinum verður greitt frá um taravirksemið higartil, hvørji marknaðarútlitini eru, og hvussu taraaling kann gerast ein burðardygg vinna í Føroyum. Eisini verður greitt frá um taralívfrøði – hvussu tarin verður sáddur, aldur og hvørji evni tarin inniheldur.

Skráin fyri tiltakið er hendan:
Kl. 19:30 – Vælkomin
Kl. 19:45 – Taralívfrøði – vøkstur, aling og innihald
Kl. 20:00 – Taravirksemi – framleiðsla, marknaður og staðseting
Kl. 20:30 – Spurningar
Kl. 20:45 – Kaffi/te og smábitar við tara

Kunningarfundur verður mikudagin 11. mars í skúlanum í Kaldbak. Høvi verður at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Katrin Gregersen